Gott nýggjár
Vegna Havnar Arbeiðskvinnufelag fari eg at ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár, við tøkk fyri tað brátt farna. Vigdis Johannesen, forkvinna.
Stytt arbeiðsvika førir neyvan til munandi prísvøkstur
Røddir hava verið frammi um, at ein stytting av arbeiðsvikuni fer at føra við sær, at kostnaðurin á vørum og tænastum fer at hækka 7,5%. Hetta er ógvuliga ósannlíkt. Tað staðfestir kanning, ið Jan Otto Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg,...
Nógv bíligari at stytta arbeiðsvikuna í 37 tímar
Nettokostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna á almenna arbeiðsmarknaðinum niður í 37 tímar er 104 mió, og ikki 750 mió, sum politiski myndugleikin áður hevur spátt. Á tíðindafundi í Smæruni í dag varð kanning løgd fram av fyrimunum og kostnaðinum við at stytta...
37 tíma arbeiðsvika – betri trivnaður og familjulív
Tað er ein sera góð íløga fyri føroyska samfelagið at stytta arbeiðsvikuna. Við 37 tíma arbeiðsviku fáa vit størri trivnað á arbeiðsmarknaðinum og meira tíð saman við familjuni. Við styttri arbeiðsviku verður føroyski arbeiðsmarknaðurin eisini betri kappingarførur í...
Nógvir fyrimunir við 37 tíma arbeiðsviku
Kanningin um 37 tíma arbeiðsviku verður løgd alment fram í Smæruni týsdag 5.okt. kl. 14.00. Fyrimunirnir við eini styttri arbeiðsviku eru nógvir. Tað er ein av niðurstøðunum í kanning, ið Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur og Regin Berg,...
Summarfrí
Frá og við 19. juli er skrivstovan stongd vegna summarfrí. Lýst verður, tá vit lata uppaftur. Vit ynskja tykkum øllum eitt gott summar. Vinarliga Nevndin
Álop á okkara vunnu rættindi
36 fakfeløg samdust fyrrapartin fríggjadagin um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla tí grova álopi, sum landsstýrið ætlar at fremja móti rættinum til fakligt stríð. Nær og hvørji tiltøk verða sett í verk, verður kunnað um í vikuskiftinum. Vit leggja dent á, at...
Vit hava tørv á tínum íkasti
Vit hava tørv á tínum íkasti til at betra um arbeiðsumhvørvið hjá føroyingum. Við stuðli frá Granskingarráðnum, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum fer Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undir verkætlan, ið hevur til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum...
Aðalfundurin avgreiddur
Aðalfundurin hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag var hildin leygardagin 24. apríl. Á skránni var m.a. nevndarval, og fyri vali hesa ferð stóðu Marjun í Gong, Vónbjørt Ottosdóttir og Jónveig Arge. Marjun og Vónbjørt takkaðu fyri seg í nevndini, og stillaðu ikki upp aftur. Í...
Aðalfundur 2021
Kallað verður inn til aðalfund hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, leygardagin 24. apríl kl. 15 í hølum felagsins. Skrá sambært lógum felagsins: Val av fundarstjóra Frágreiðing frá farna árinum Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar Innkomin uppskot Annaðhvørt ár, val...
General Assembly 2021
Havnar Arvbeiðskvinnufelag will hold its General Assembly on Saturday April 25th at 3 pm. The assembly will be held at Bøgøta 10, 100 Tórshavn. Agenda in accordance with the articles of association.
Semja um lønarlyft
Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið hava í dag undirskrivað nýggjan sáttmála, sum í stóran mun javnstillar lønina hjá okkara limum í tí almenna við teir limir, ið starvast á privata marknaðinum. Sáttmálin gongur flestu krøvunum hjá okkum á møti, og er eitt...