Hotell- og matstovuvinnan ger støðugt vart við, at henni tørvar arbeiðsmegi. Ja, mangan hoyrist nakað, sum minnir um neyðarróp.
Tí tykist tað løgið, at hendan vinnan ikki vil ganga við til ordiliga løn og skipaði viðurskifti.
Ferðavinnan hevur staðið í fagrasta blóma seinastu árini, har hotell og matstovur eiga sín stóra part, og har kassatólini eru í gongd nærum alt samdøgrið.
Øll hava rætt til, og uppiborið, ordiliga løn og skipaði viðurskifti á arbeiðsplássinum. Tí heita vit á øll í hotell- og matstovuvinnuni um at melda seg inn í viðkomandi fakfelag.