Hentar upplýsingar
Eftirløn og trygging
Havnar Arbeiðskvinnufelag bjóðar limum sínum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.
Avtalan er galdandi fyri virknar limir, og tekur við, tá byrjað verður í starvi.
Innlimann er treytað av fullum arbeiðs-førleika. Arbeiðsgevarin váttar arbeiðs-førið.
Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ½ ár, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi.
Verður farið úr skipanini innan eftirlønar-aldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.
Sjúkradagpeningur
Sjúkradagpeningur er ein fyribils veiting, sum tú kanst søkja, um tú vegna sjúku ella skaðatilburð ikki kanst røkja títt starv og tí missir arbeiðsinntøku.
Arbeiðsumhvørvið
Endamálið við lógini er, at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóði við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum.
Barsilsskipanin
Umsókn um barsilspening skal latast Barsilsskipanini innan 6 mánaðir eftir barnsburð. Er umsóknin ikki latin inn innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur.
Frítíð
Frítíð verður vunnin eftir frítíðarlógini- sí annars sáttmálarnar.