Góðu limir

Takk fyri álitið, sum varð givið mær á ársaðalfundinum 05.07.24.

Eg eri nú, so smátt byrjað til arbeiðis. Ta fyrstu tíðina, skal eg seta meg inn í ymisk viðurskifti í felagnum, og tað síggi eg fram til.

Av tí at tað er feriutíð, er nevndin ikki skipað enn, men væntandi koma vit saman í komandi viku at fáa tað í rættlag. Í august fara vit at hava regluligar fundir aftur.

Tit eru altíð vælkomin inn á gólvið hjá HAK ella at ringja, um tit hava okkurt at spyrja um.

Góða feriu og gott summar.

Ruth