Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur ársaðalfund fríggjadagin 5. juli kl. 17.00 á Hotel Føroyum.
Skrá:
- Val av fundarstjóra
- Frágreiðing frá farna árinum
- Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar
- Innkomin uppskot
- Herundir uppskot um lógarbroyting ísv. vælbæri til nevnd.
- Annaðhvørt ár, val av formanni, hvørt ár val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum
- Val av grannskoðara
- Áseting av løn til formann, skrivara og hinar nevndarlimirnar
- Ymiskt
Døgurði verður aftaná á hotellinum kl 20.00.
Tí er tað umráðandi, at tit boða frá luttøku. Tað kann gerast við at ringja á tlf. 213995 ella skriva til hak@hak.fo. Tit kunnu eisini boða frá fyri eitt arbeiðspláss, hvussu nógv tit verða.
Vit vóna at síggja so nógv sum møguligt.
Nevndin