Frá 1. januar 2019 skulu øll gjalda til eftirløn.

Vit vilja gera vart við, at um ein er limur í fakfelag, verður eftirlønargjaldið ikki drigið frá lønini, men arbeiðsgevarin betalir eftirlønargjaldið umframt lønina.

Ein góð grund til, at vera/gerast limur í fakfelag. Hetta kann gerast við at boða arbeiðsgevarum frá ella venda sær til okkara á telefon 213995, 353995, teldupost hak@hak.fo.

Kontonummarið til eftirlønarskipan okkara er 9181-478.898.4, bið arbeiðsgevaran flyta tína eftirløn til hesa kontu.

Frá 1. januar 2019 skulu øll, eisini ung undir 21 ár, spara saman til egna eftirløn. Ung undir 21 ár hava higartil verið undantikin í lógini um at spara saman til eftirløn, men so er ikki longur. Hesi skulu nú eisini stovna sær eina eftirlønarkontu. Eftirlønarkontan skal eins og lønarkontan latast arbeiðsgevaranum. Uttan eftirlønarkontu fær arbeiðsgevarin ikki flutt lønina eftir 1. januar.

Í 2019 skulu øll í minsta lagi gjalda 5% av bæði A- og B-inntøku til eftirløn.