Aðalfundurin hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag var hildin leygardagin 24. apríl.

Á skránni var m.a. nevndarval, og fyri vali hesa ferð stóðu Marjun í Gong, Vónbjørt Ottosdóttir og Jónveig Arge. Marjun og Vónbjørt takkaðu fyri seg í nevndini, og stillaðu ikki upp aftur. Í teirra stað vórðu Kristina Isfeld og Erla Maria Askham valdar. Jónveig Arge varð afturvald.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Vigdis Johannesen, forkvinna
  • Mariann Højgaard, næstforkvinna
  • Erla Marita Askham, skrivari
  • Jónveig Arge, nevndarlimur
  • Kristina Isfeld, nevndarlimur

Eykalimir:

  • Karin Højgaard
  • Ansa Mortensen