Vit hava aðalfund leygardagin 10. september kl. 15.00 í hølum felagsins í Bøgøtu 10. Um kvøldið er døgurði á Hallartúni fyri limum.

Ársaðalfundurin  verður hildin við hesi føstu dagsskrá:

1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá farna árinum.
3. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar
4. Innkomin uppskot.
5. Annaðhvørt ár, val av formanni, hvørt ár val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum.
6. Val av grannskoðara.
7. Áseting av løn til formann, skrivara og hinar nevndarlimirnar.
8. Ymiskt