Lóg

Navn felagsins er “Havnar Arbeiðskvinnufelag“ HAK

Øki felagsins
Felagið røkkur um Tórshavnar Kommunu og Suðurstreymoy.

Øll arbeiðsfólk og spesialarbeiðarar sum arbeiða í hesum øki, eiga at vera limir.

Endamál felagsins

Endamál felagsins er við felagsskapi millum arbeiðsfólk og spesialarbeiðarar at gera tey før fyri í sátt og semju og samanhaldi at røkja síni felagsviðurskifti, sum t.d. skipan av arbeiðstíð og arbeiðsløn og í øllum lutum royna at fremja áhugamálini hjá arbeiðara-rørsluni.

Limaskapur



Grein 1.
a) Felagslimur kann hvørt arbeiðsfólk og spesialarbeiðari verða, ið samtykkir endamál felagsins, og annars vil ganga undir lóg og samtyktir tess.



b) Fólk, ið er arbeiðsgevari ella í hansara stað, kann ikki gerast limur.



c) Aldursmarkið fyri innmelding er 14 ár.

Fólk, sum hava verið aktivir limir, men sum fyribils ikki eru í arbeiði og fólk, sum eru givin at arbeiða, kunnu gerast passivir limir, eftir treytum sum nevndin ásetir.

Limaskyldur



Grein 2.


a) Limir felagsins hava tagnarskyldu viðvíkjandi øllum innanhýsis viðurskiftum felagsins, tí einans nevndin má senda út frágreiðing frá felagnum.



b) Limirnir skulu ansa væl eftir, at tær arbeiðstíðir, mattíðir og lønir verða hildnar, sum sáttmálarnir áseta.



c) Limirnir hava skyldu at boða nevndini frá, um teir verða varugar við brot á lógir og sáttmálar.



d) Limur, sum skiftir eftirnavn ella bústað, skal beinanvegin geva felagnum skrivliga fráboðan um hetta.



e) Eingin felagslimur má undir nøkrum viðurskiftum, ið koma undir felagsins samtyktir, arbeiða fyri ella saman við nøkrum uttanfelagsfólki, sum hevur atstøðu til at melda seg inn í felagið. 



f) Tann, sum ger móti ásetingunum í hesari grein ella á annan hátt brýtur skyldur sínar mótvegis felagnum ella limum tess, fær fyrstu ferð ávaring frá formanninum. Er talan um grov brot, kann nevndin áseta, at viðkomandi limur fyri tíðarskeið upptil 6 mánaðir skal missa rætt til fíggjarligar veitingar frá felagnum og grunnum tess.


Hendir slíkt brot aftur, skal á fyrsta nevndarfundi verða avgjørt,um viðkomandi skal verða koyrdur úr felagnum.


Øll klagumál um hetta verða skjótast gjørligt latin felagnum skrivliga. 
Í øllum førum, har tað stendur um ávaring til lim ella at koyra limin úr  felagnum, verður rætturin til fíggjarligan stuðul tikin frá honum. Tó er møguleiki hjá liminum at møta fram og verja sak sína yvir fyri nevndini, har talan er um ávaring, yvir fyri nevndini / aðalfundi, har tað snýr seg um limaskapin.



g) Ein hvør limur sum verður koyrdur úr felagnum, kann áðrenn 14 dagar frá tí at hann hevur fingið fráboðan um avgerð nevndarinnar skrivliga krevja, at spurningurin um útkoyringina verður lagdur fyri fyrstkomandi aðalfund sum hildin skal vera í mesta lagi 6 vikur eftir at klagan er innkomin.

Kærumál



Grein 3.

Verður ósemja millum felagslim og arbeiðsformann og arbeiðsgevara, so  at limurin verður koyrdur úr arbeiðinum, skal limurin melda hendingina til álitisfólkið , har álitisfólk er, annars til nevndina, ið sum skjótast viðger hendingina og avgerð hvørji stig skulu takast.


Limarættindi

Grein 4

a) Er nevndin í iva um fólk kann  koma inn sum limur í felagið, ella  noktar nevndin viðkomandi limaskap, kann viðkomandi krevja at spurningurin verður lagdur fyri fyrstkomandi aðalfund felagsins til avgerðar



b) Avgerð um limaskap verður tikin á aðalfundi við vanligum meiriluta.  



c) Limur sum er koyrdur úr felagnum kann gerast limur aftur, um nevndin góðtekur hetta og eftir at viðkomandi hevur goldið eykaupptøkugjald, sum nevndin ásetur.

Limagjald



Grein 5.

a) Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum. Prosentgjaldið verður eftir avtalu millum nevnd felagsins og arbeiðsgevararnar drigið frá lønini, áðrenn hon verður útgoldin, og latið felagnum beinleiðis frá arbeiðsgevaranum. Tó hevur limurin ábyrgdina av, at limagjaldið verður goldið.



b) Limur, sum er í eftirstøðu við limagjaldi sínum meira enn tveir mánaðir, missir limarættindi síni. Er limur í eftirstøðu meira enn eitt ár, verður hann strikaður sum limur í felagnum. Limur sum orsakað av eftirstøðu av limagjaldi missir limaskap sín, skal í samband við uppafturtøku sum limur umframt upptøkugjald, sum nevndin ásetir, gjalda alla eftirstøðu sína.

Nevndin



Grein 6.

a) Nevnd felagsins hevur 5 limir, sum verða valdir á ársaðalfundi. Formaðurin verður valdur beinleiðis av fundinum fyri 2 ár í senn. Hinir nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn og soleiðis, at hvør ársaðalfundur velur 2 nevndarlimir.

Uppskot til formansvalevni skulu vera nevndini í hendi innan 15. januar tey ár formaðurin stendur fyri vali. Saman við uppskotinum skal vera skrivlig váttan frá viðkomandi, at viðkomandi vil stilla upp.
Uppskot til valevni til nevndarlimir og tiltakslimir skulu vera nevndini í hendi innan 15. januar. Um einki uppskot er komið inn kunnu valevni stillast upp á sjálvum aðalfundinum.

Á hvørjum ársaðalfundi verða valdir 2 tiltakslimir. Nevndarval fer fram skrivliga og tá talan er um 2 nevndar- ella 2 tiltakslimir, verða 2 nevndarlimir at skriva á atkvøðuseðilin.

Um tað við atkvøðugreiðsluna stendur á jøvnum ímillum 2 ella fleiri valevni, verður avgjørt við lutakasti, hvør er valdur.



b) Nevndarlimir, ið hava siti í nevnd í 1 ár kunnu stilla upp til formann.



c) Fólk skal hava verið limur í eitt hálvt ár, áðrenn viðkomandi kann veljast í nevnd.



d) Nevndin velur sjálv næstformann og skrivara millum nevndarlimirnar.



e) Lønin til formann, skrivara og hinar nevndarlimirnar verður ásett á ársaðalfundi.



f) Roknskapur felagsins skal grannskoðast av statsgóðkendum grannskoðara.

Grein 7.

a) Nevndin skipar fyri at roknskapur felagsins verður settur upp og grannskoðaður, og at hesin roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar á ársaðalfundinum, saman við einum dagførdum limalista.



b) Eingin rokning kann verða goldin uttan hon er váttað av formanninum.



c) Tann peningur, sum felagið ikki nýtir til dagliga raksturin, verður settur inn í tryggan peningastovn til hægstu rentu ella í trygg virðisbrøv.



d) Roknskaparárið er frá 01.01.- 31.12.

Grein 8. 

Skrivarin førir eina fullfíggjaða fundarbók yvir allar felagsfundir, aðalfundir og nevndarfundir, sum verður at góðkenna av nevndini.



Grein 9.

a) Nevndarfundur verður, tá ið formaðurin ella minst 3 nevndarlimir ynskja tað. Formaðurin kallar inn til nevndarfund við passandi freist.



b) Nevndin er ikki viðtøkufør, uttan minst 3 nevndarlimir eru á fundi.



c) Møtir nevndarlimur ikki á 3. nevndarfundum hvør aftan á annan, uttan at siga frá, verður tað tikið sum at nevndarlimurin er farin úr nevndini, og 1. tiltakslimur tekur sæti í nevndini og situr til komandi ársaðalfund. 



Grein 10.

a) Felagið verður bundið við undirskrift formansins ella við undirskrift av tveimum nevndarlimum í felag.


b) Til at veðseta, selja ella keypa fasta ogn, krevst tó aðalfundarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av allari nevndini.


Fundir



Grein 11.

Limafundur verður tá formaðurin ella meirilutin av nevndarlimunum halda tað vera neyðugt. Limafundur verður lýstur í bløðunum og / ella í útvarpi minst 1 dag frammanundan.



Grein 12.

a) Formaðurin leiðir fundirnar og ger ongan mannamun. Hann skal gjølla ansa eftir, at tað er skil á, so at bara ein limur talar í senn, og tann, sum ætlar at tala, má fyrst venda sær til formannin og biðja um orðið. Tó kann ein annar av fundarluttakarunum verða valdur sum orðstýrari, um so ynskist.


b) Er formaðurin ikki til staðar, tekur næstformaðurin við í hansara stað. Skuldi næstformaðurin heldur ikki verið til staðar, má ein annar av nevndarlimur koma í formansins stað.


c) Formaðurin skal tala at øllum misljóði á fundi. Batar tað ikki, hevur viðkomandi rætt til at slíta fundin.


Aðalfundur



Grein 13.

a) Aðalfundurin hevur hægsta vald í felagnum. Bert aðalfundurin kann samtykkja, broyta ella taka av hesar lógir felagsins.



b) Ársaðalfundurin  verður hildin áðrenn 15.05 við hesi føstu dagsskrá:

1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá farna árinum.


3. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar


4. Innkomin uppskot.


5. Annaðhvørt ár, val av formanni, hvørt ár val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum.
6. Val av grannskoðara.


7. Áseting av løn til formann, skrivara og hinar nevndarlimirnar.


8. Ymiskt



c) Aðalfundurin verður lýstur 14 dagar frammanundan í føroyskum miðlum.



d) Uppskot til viðgerðar á ársaðalfundinum, skulu vera formanninum í hendi í seinasta lagi 15. januar tað ár aðalfundurin verður hildin.

e) Eykaaðalfundur verður lýstur, tá nevndin ella minsta lagi 20 limir skrivliga krevja tað, til viðgerðar av máli, sum samstundis verður tilskilað.
Eykaaðalfundur verður lýstur við teimum freistum, sum nevndar eru í  punkt c. Tó kann eykaaðalfundur lýsast við 1 daga freist tá málið hevur serligan skund.



f) Passivir limir hava atgongurætt til aðalfund felagsins, men ikki atkvøðurætt og eru ikki valbærur.

Lógarbroyting



Grein 14.

a) Lógarbroyting kann fara fram á aðalfundum felagsins.
Til at samtykkja lógarbroytingar krevst, at í minsta lagi 60 limir eru á fundi, og skal broytingin verða samtykt við 2/3 av greiddu atkvøðunum.


b) Eru ikki nóg nógvir limir á fundi, verður lýst til nýggjan aðalfund, broytingin kann tá verða samtykt við 2/3 av greiddu atkvøðunum uttan mun til hvussu nógvir limir eru møttir á fundi.

Verkfall



Grein 15.

a) Nevndin kann seta í verk arbeiðssteðg ( verkfall ), ið tó ikki kann standa við meir enn eitt samdøgur, uttan at verða góðkendur á aðalfundi, ið tessvegna verður samankallaður, og har avgerðin verður tikin við vanligari meirilutaatkvøðu.


b) Tá ið lockout ella verkfall er, eru allir limirnir skyldugir at styðja hvønn annan, soleiðis, at eingin byrjar aftur tað arbeiðið, sum steðgað er.


Grein 16.

a) Aðalverkfall kann bara verða gjørt, tá ið minst 2/3 av teim møttu limunum greiða atkvøðu fyri.

b) Er, aðalverkfall, steðga allir limirnir við teimum arbeiðum, sum tær vóru í, tá ið verkfallið byrjaði.

Avtøka av felagnum



Grein 17.

a) Felagið kann bert avtakast eftir aðalfundarsamtykt. Fyri at avtaka felagið krevst at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins atkvøða fyri avtøkuni.

b) Verður felagið avtikið, skulu ognir felagsins, eftir nærri avgerð á aðalfundi nýtast til eitthvørt endamál til frama fyri arbeiðskvinnur innan fyri øki felagsins ella eitthvørt sosialt endamál.

Samtyktar á aðalfundi tann 5. juni 2019

Nevndin

Nevnd

Lóg

Fakfelagssamstarvið