Nettokostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna á almenna arbeiðsmarknaðinum niður í 37 tímar er 104 mió, og ikki 750 mió, sum politiski myndugleikin áður hevur spátt.
Á tíðindafundi í Smæruni í dag varð kanning løgd fram av fyrimunum og kostnaðinum við at stytta arbeiðsvikuna til 37 tímar. Kanningin vísti, at ein styttri arbeiðsvika hevur við sær minni strongd, færri sjúkradagar og økta lívsgóðsku. Hetta eru ágóðar hjá samfelagnum, sum undirstrika, at tað er neyðugt av álvara at taka málið at stytta arbeiðsvikuna upp til kjak.
Tað eru Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, ið hava gjørt kanningina “37 tíma arbeiðsvika, fyrimunir og vansar” fyri átta fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum, eru: Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið – umframt Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið.
Fakfeløgini handan kanningina fegnast um, at umleggingin er somikið nógv bíligari enn áður spátt, og heita tí á politiska myndugleikan at stytta arbeiðsvikuna við lóg skjótast til ber, soleiðis at almennu Føroyar gerast meira kappingarførar í hørðu kappingini um arbeiðsmegi.
Kanningin byggir á umfatandi talgrundarlag á 5.630 løntakarum, av hesum starvarst 4.448 hjá landinum og 1.182 starvast innan kommunala økið.
Talgrundarlagið tekur hædd fyri, í hvønn mun løntakararnir eru mánaðarløntir og í hvønn mun teir eru tímaløntir.
Ein greining av arbeiðsbrotinum vísir, at teir 5.630 løntakararnir svara til 4.386 ársverk, har 3.904 ársverk eru mánaðarlønt og 482 ársverk eru tímalønt. Við støði í talgrundarlagnum, eru lønar- og skattatøl hjá teimum 5.630 løntakarunum roknað út.
Løntakarar | 5.630 |
Ársverk | 4.386 |
Mánaðarlig lønarútgjalding | Kr 134.479.851 |
Árlig lønarútgjalding | Kr 1.613.758.216 |
Árligur landsskattur | Kr 223.070.231 |
Árligur kommunuskattur | Kr 292.286.107 |
Heilsutrygd, ALS, AMEG o.o. | Kr 111.681.957 |
Skattir og avgjøld árliga | Kr 627.038.295 |
Talva 3: Lønar-, skatta- og avgjaldstøl
Kanningin greinar hvørja ávirkan ein stytt arbeiðsvika hevur á arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá teimum 5.630 persónunum í talgrundarlagnum.
Hesar útrokningar verða síðan upproknaðar til at fevna um samlaða almenna arbeiðsmarknaðin á 9.971 starvsfólk. Upprokningin vísir, at samlaði nettokostnaðurin verður 104,4 mió fyri allan arbeiðsmarknaðin, áðrenn onnur viðurskifti, sum lækka um samlaðu nettoútreiðslurnar, eru tald við.