Til fyrrverandi forkvinnur og nevndarlimir í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Bókin um Havnar Arbeiðskvinnufelag er um at vera liðug. Í tí sambandi vanta myndir av tykkum til bókina.
Tann 4. novembur kl. 19 bjóða vit til ein góðan bita í hølum felagsins í Bøgøtu 10. Myndatakari verður á staðnum, ið tekur myndir av okkum til bókina.
Felagið ber kostnað. Tit fáa eina mynd í part.
Eisini heita vit á avvarðandi, hjá teimum forkvinnum og nevndarlimum, ið ikki eru millum okkum meir, um at lána okkum myndir, at kopiera til bókina.
Vinarliga
Nevndin