Hentar upplýsingar
Eftirløn og trygging
Havnar Arbeiðskvinnufelag bjóðar limum sínum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.
Avtalan er galdandi fyri virknar limir og kemur í gildi, tá ið tú byrjar í starvi og um tú ert fult arbeiðsfør/ur.
Legg tó til merkis, at limir undir 18 ár, ikki eru fevndir av samlagstryggingini hjá felagnum.
Tryggingin fer úr gildi mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár, ikki longur er virkin limur, ella fer úr starvi. Tó ber til at halda fram í tryggingini eftir avtalu við felagið.
Sjúkradagpeningur
Sjúkradagpeningur er ein fyribils veiting, sum tú kanst søkja, um tú vegna sjúku ella skaðatilburð ikki kanst røkja títt starv og tí missir arbeiðsinntøku.
Arbeiðsumhvørvið
Endamálið við lógini er, at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóði við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum.
Barsilsskipanin
Umsókn um barsilspening skal latast Barsilsskipanini innan 6 mánaðir eftir barnsburð. Er umsóknin ikki latin inn innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur.
Frítíð
Frítíð verður vunnin eftir frítíðarlógini- sí annars sáttmálarnar.