Havnar Arbeiðskvinnufelag 90 ár
Í dag 16. februar eru 90 ár síðani, at nakrar kvinnur komu saman í Tórshavn fyri at royna at fáa eitt arbeiðskvinnufelag. Orsøkin til tað var m.a. truplu samfelagsviðurskiftini.
Samfelagið er broytt síðani 1936, men enn eru nógvar avbjóðingar tær somu. Hóast vit hava fingið ymsar skipanir, ið lofta limunum, so uppliva vit enn, at vit verða hildin niðri við lønini. Eitt nú sleppa okkara limir ikki at arbeiða fulla tíð, og tá skerjingar eru, eru okkara reingerðarfólk ofta tey fyrstu, ið verða rakt av sparingunum.
Eins og í 1936, so arbeiðir felagið fyri at tryggja limunum góðar arbeiðstreytir og rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Løn, viðbøtur og eftirløn eru týðandi tættir í okkara sáttmálum, men eisini onnur viðurskifti so sum løn undir sjúku, betri barsil, eitt heilsugott arbeiðsumhvørvi, góðar tryggingar o.s.fr.
Í 1937 tá Andrea Árting gjørdist forkvinna, avgjørdi nevndin, at tað skuldi farast undir lønarsamráðingar við Havnar Arbeiðsgevarafela. Tað var ikki lætt at fáa arbeiðsgevarafelagið til borðið men á sumri hettar árið eydnaðist tað, og samráðingar vóru bert av og á. Á sumri í 1938 var fyrsta verkfallið lýst, sum tó ikki vardi longri enn ein dag, tí longu sama kvøld varð sáttmálin undirskrivaður.
Tíðirnar eru broyttar, og nú samráðingar aftur eru á skrá, gongur betri at fáa arbeiðsgevararnar á tal, enn tað gjørdi í 1937. Tó kunnu samráðingarnar enn verða líka truplar, men felagið vil, nú eins og tá, betra um korini hjá okkara limum.