Dátuverndarkunning
Soleiðis viðgera vit tínar persónsupplýsingar
Í Havnar Arbeiðskvinnufelag viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna loysa okkara uppgávur. Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at tú trygt kanst lata Havnar Arbeiðskvinnufelag tínar persónsupplýsingar.
Vit fylgja teimum grundleggjandi meginreglunum fyri viðgerð av persónsupplýsingum, sum m.a. merkir, at:
• Vit savna ikki inn og viðgera ikki fleiri upplýsingar enn neyðugt.
• Vit goyma ikki fleiri upplýsingar enn neyðugt.
• Vit dagføra tínar upplýsingar regluliga, so tær eru rættar.
• Vit tryggja gjøgnumskygni í okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingum
Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur sum fakfelag eina røð av uppgávum fyri sínar limir. Uppgávurnar fevna breitt og hava ofta starvsrættarligt innihald. Høvuðsendamálið við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er at kunna hjálpa tær á besta hátt við, at tín fakfelags rættindi verða hildin.
Vit viðgera persónsupplýsingar fyri at kunna loysa tær uppgávur og veita tær tænastur, ið Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur yvir fyri sínum limum.
Hvørjum persónsupplýsingum hava vit tørv á?
Persónupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón. Júst hvørjar upplýsingar vit viðgera, valdast endamálið við viðgerðini.
Vit savna persónsupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað frá arbeiðsgevaranum. Hetta fevnir m.a. um fylgjandi upplýsingar:
• Grundleggjandi samleikaupplýsingar, so sum navn, aldur, bústað, telefonnummar,
teldupostbústað
• P-tal (um neyðugt)
• Upplýsingar um tín núverandi arbeiðsgevara og tína starvssetan
• Limagjøld og møguligar eftirstøður
• Fyrispurningar og kærur
Harumframt kunnu vit viðgera viðkvæmar upplýsingar um teg – t.d. í sambandi við mál um sáttmálabrot, agamál, ávaring, órættvísan uppsøgn ella líknandi støður, har tað er neyðugt at viðgera hesi viðurskifti fyri at hjálpa tær á besta hátt. Hesar viðkvæmu/serligu upplýsingar fevna t.d. um:
• Upplýsingar um tín fakfelagslimaskap
• Upplýsingar um heilsu – t.d. í sambandi við arbeiðsskaðamál ella mál, har tú ert uppsøgd ella revsað av arbeiðsgevara vegna heilsuviðurskifti
• Upplýsingar um trúgv, rasu ella etniskan uppruna – t.d. í sambandi við mismunarmál
Eisini kunnu vit viðgera upplýsingar um revsiverd viðurskifti – t.d. í sambandi við uppsagnar- og agamál, sum stava frá illgruna um revsiverd viðurskifti.
Sum meginregla viðgera vit bert tínar viðkvæmu/serligu upplýsingar og upplýsingar um revsiverd viðurskifti, sum vit fáa beinleiðis frá tær.
Viðgerðarheimild
Hvør okkara viðgerðarheimild er, veldst um hvørjar upplýsingar vit viðgera og hvat endamálið við viðgerðini er. Vit kunnu einans viðgera upplýsingar, sum eru neyðugar til endamálið við viðgerðini.
Okkara viðgerðarheimild eftir dátuverndarlógini (“DVL”) er í høvuðsheitum:
• DVL § 8, stk. 1, nr. 1, 2 ella 6 (vanligar persónsupplýsingar)
• DVL § 12, stk. 1, nr. 3ella 7 (viðkvæmar persónsupplýsingar)
• DVL § 16 (persónstalið)
Umframt ásetingunum í DVL eru serligar reglur galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum á einstøkum lógarøkjum. Tá ið slíkar serreglur eru galdandi, fylgja vit eisini hesum reglum.
Hvørjum letur Havnar Arbeiðskvinnufelag persónsupplýsingar?
Vit lata í ávísum førum tínar persónupplýsingar víðari til triðjupartar. Hetta kann vera t.d. til arbeiðsgevarar, sakførara felagsins og álitisfólk í starvsfólka- og rættarmálum.
Samstarvspartar og KT-veitarar
Vit nýta ávísar KT-skipanir. Í fleiri av hesum skipanum viðgera vit persónsupplýsingar. Hesar skipanir verða hýstar hjá veitaranum ella í cloud-loysnum, sum t.d. Navision og Office365. Vit tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøðið verður varðveitt í sambandi við slíkar dátuflytingar.
Uttanhýsis dátuviðgerar viðgera dátur okkara vegna eftir nærri ásettum avtalum. Hesar avtalur innihalda skjalfest boð um, hvussu persónsupplýsingar skulu viðgerast, og at persónsupplýsingar bert kunnu viðgerast sambært hesum boðum.
Í útgangsstøðinum verða persónsupplýsingar ikki fluttar til lond uttan fyri ES/EBS. Um upplýsingar verða fluttar til lond uttan fyri ES/EBS, tryggja vit okkum, at verndarstøðið er nøktandi ella at fullgóð trygd er fyri, at rættindi og virkin rættarstig eru tøk fyri skrásetta.
Hvussu leingi goyma vit tínar persónsupplýsingar?
Havnar Arbeiðskvinnufelag varðveitir bert tínar upplýsingar, so leingi sakligar grundir eru fyri hesum og so leingi tað er neyðugt í mun til endamálið, tínar dátur eru skrásettar og verða brúkar til.
Persónsupplýsingar kunnu tó verða goymdar í tann mun og so leingi hetta er ein skylda sbrt. lóg ella øðrum heimildargrundarlagi, t.d. kollektivum sáttmála. Persónsupplýsingar kunnu t.d. eisini verða goymdar, so leingi tørvur er á teimum í starvsfólkamálum og í sambandi við rættarmál og krøv hjá starvsfólkinum.
Tørvurin á at goyma upplýsingarnar hjá limum, ið ikki eru limir longur, er ymiskur fyri øðrumegin tey, sum fara endaliga av arbeiðsmarknaðinum antin fyri aldur, fult óarbeiðsføri ella vegna deyða og hinumegin tey, sum framvegis eru virkin á arbeiðsmarknaðinum.
Í fyrrnevnda førinum er avgjørda meginreglan, at upplýsingarnar verða strikaðar, um ikki persónsupplýsingarnar hava týdning t.d. í sambandi við avgerðir, kærumálsavgerðir og dómar av prinsipiellum týdningi. Í hesum føri verður navnið á persónunum anonymiserað og upplýsingarnar í málinum annars goymdar.
Í síðstnevnda førinum kann vera sakligt og neyðugt at goyma upplýsingar um lønarviðurskifti og lønaraldur hjá persónunum, ið kann tryggja, at tey fáa rætta løn, um tey koma aftur í starv í sáttmálaøkinum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag. Slíkar upplýsingar verða goymdar til starvsfólkið gevst fyri aldur, vegna fult óarbeiðsføri ella vegna deyða.
Tíni rættindi
Tú hevur sambært DVL eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Rætturin til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur um teg. Rætturin til innlit krevur tó, at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er, at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.
Rætturin til at taka samtykki aftur
Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.
Gev gætur, at um tú tekur aftur eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.
Rætturin til rætting
Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.
Rætturin til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur Starvfelagnum rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.
Rætturin til mótmæli
Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.
Rætturin til viðgerðaravmarking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.
Rætturin til at klaga
Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.
Dátuábyrgd og samband
Havnar Arbeiðskvinnufelag er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til:
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Bøgøta 10
Postsmoga 161
110 Tórshavn
Teldupostur: hak@hak.fo
Tlf: +298 353995
Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú sendir okkum teldupost, eigur telduposturin ikki at innihalda trúnaðar- ella viðkvæmar upplýsingar, uttan so at telduposturin er bronglaður.