Aðalfundur felagsins verður á Hotel Hilton 1.mars kl. 16

Heitt verður á limirnar um at møta í góðari tíð til innskriving, sum byrjar kl. 15.

Skrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá farna árinum.
3. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar.
4. Innkomin uppskot.
5. Annaðhvørt ár, val av formanni, hvørt ár val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum.
6. Val av grannskoðara.
7. Áseting av løn til formann, skrivara og hinar nevndarlimirnar.
8. Ymiskt.

Uppskot til lógarbroyting er á skrá.

Aftaná fundin verður døgurði við 3 rættum og víni afturvið.

Tilmelding er neyðug og meldast kann til á síðuni seinast 21.02.2025.

Ynskir man at melda fleiri til á einum arbeiðsplássi, ber til at ringja á 213995 og upplýsa navn og eftirnavn á teimum, sum luttaka á aðalfundinum ella á aðalfundinum + døgurða.

Tilmelding - ársaðalfund

 

Váttan