Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið hava í dag undirskrivað nýggjan sáttmála, sum í stóran mun javnstillar lønina hjá okkara limum í tí almenna við teir limir, ið starvast á privata marknaðinum.

Sáttmálin gongur flestu krøvunum hjá okkum á møti, og er eitt gott stig á vegnum at geva okkara limum eitt alneyðugt lønarlyft. 1. oktober 2019 hækka mánaðarlønirnar við 795 kr., 1. januar 2021 hækka tær aftur við 698 kr. og 1. oktober 2021 hækka tær við 499 kr.

1. oktober 2021 verða ótíðargjøldini samstundis umløgd til prosentsats av nettotímalønini á stigi 5, soleiðis at lønarhækkingin kemur at merkjast aftur í hesum gjøldum eisini. Kvøldgjaldið verður 20%, náttargjaldið 23%, leygardagsgjaldið 26%, umlagdir tímar 19%, varningsgjald 21%, upp- og niðurvask 10% og tilkalluvakt 20%.

Samráðingarnar hava seinastu nógvu árini verið merktar av, at okkara limir skulu hava liviligar umstøður, fastløn, eftirløn, sjúkradagar og aðrar heilt rímiligar treytir, ið aðrir fakbólkar enn arbeiðsfólk taka fyri givið. Men til hesar samráðingarnar hevur dentur verið lagdur á, at lønin skuldi hækka.

Vit hava longu ásett nær næstu samráðingar byrja, og ætla aftur tá, at arbeiða fyri, at okkara limir fáa enn eitt lønarlyft.

Nevndin gleðist um, at til bar at finna eina semju, hóast samráðingarnar hava verið drúgvar.

Les sáttmálan og lønartalvur her