Lýsti aðalfundurin tann 13. mai 2023 kl. 16 verður á Hotel Hilton Garden Inn í staðin fyri í hølum felagsins í Bøgøtu 10.
Døgurði verður aftaná á hotellinum sama stað.
Skrá:

1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá farna árinum
3. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar
4. Innkomin uppskot
5. Annaðhvørt ár, val av formanni, hvørt ár val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum
6. Val av grannskoðara
7. Áseting av løn til formann, skrivara og hinar nevndarlimirnar
8. Ymiskt

Tað hevði verið gott um tit siga frá, hvussu nógv tit verða við at ringja á telefon nr. 213995. Tit kunnu gott ringja inn fyri eitt arbeiðspláss og siga, hvussu nógv tit verða. Tað er fyri at vita, hvussu nógv verða til døgurðan.
Vit vóna at síggja so nógv sum møguligt.
Nevndin