28.08.2005
Effektivisering skal snúgva seg um innihald

Politisku flokkarnir eru á einum máli um, at effektivisering av almenna sektorinum eigur ikki bara at snúgva seg um sparing.

Effektiviseringin eigur at snúgva seg um at veita eina so góða tænastu sum tilber. Og í summum førum kann hetta merkja, at raksturin dýrkar og tørvur verður á hægri játtan, hildu summir flokkar í kjakinum, sum Fakfelagssamstarvið skipaði fyri í Rás 2 hósdagin

Meira fyri minni. Hetta hevur verið eitt afturvendandi slagorð tey farnu árini. Ein skal spara innan tað almenna, men tænastan skal vera tann sama, um ikki betri.

Fakfelagssamstarvið hevur sett spurnartekin við, hvørt hetta slagorðið altíð er ein gongd leið. Hvørt effektivisering, fyri at fáa botnlinjuna at síggja betri út, er góð fyri tær tænastur vit veita borgarunum.

Flestu politisku flokkarnir eru heilt ella lutvíst samdir í hesum atfinningum. Í hvussu er um ein skal døma út frá, hvussu umboð flokkanna svaraðu í Rás 2 mikudagin.



Frank Jacobsen, ið umboðaði Miðflokkin, var fyrstur at vísa á, at spurningurin eigur at snúgva seg um, hvussu vit raðfesta, heldur enn hvussu botnlinjan sær út. At tá pengar pengar mangla í allastaðni, so er tað ivasamt, hvørt tað er verulig effektivisering, at bara syrgja fyri at alt er bíligari.



Maud Wang Hansen, umboðandi Tjóðveldi, fór eitt stig víðari. Hon dugdi snøkt sagt ikki at síggja, hvussu ein kann blíva við at effektivisera, um effektivisering bara merkir at spara, í eini skipan, sum “er koyrd niður í kníggja”. Maud vildi vera við, at grundleggjandi vilja fólk gera eitt so gott arbeiði sum møguligt, eisini hjá tí almenna.



Kristianna Winther Poulsen frá Javnaðarflokkinum var samd. Ein má finna útav, hvat endamálið við effektiviseringum er. Hon heldur, at fakligu viðmælini alt ov ofta verða ignorerað, álit løgd í skuffur, og at um ein vil broyting, so má ein vita hvat ein skal broyta. Ein kann ikki bara effektivisera fyri at effektivisera, ein má vit hvat endamálið er.



Anfinn Brekkstein, umboðandi Sambandsflokkin, legði størri dent á tað peningaliga. Tað almenna arbeiðir við skattaborgarans pengum, og tí má ein sleppa av við dupultfunktiónir, miðsavna og tryggja sær, at ein fær sum mest fyri pengarnar. Kortini vildi Anfinn Brekkstein vera við, at effektivisering ikki altíð merkir ein sparing í krónum. Tað kann eisini snúgva seg um, at fáa eina betri tænastu.



Annika Olsen frá Fólkaflokkinum helt eins og Anfinn Brekkstein, at ein altíð skal tryggja, at almenni búskapurin hevur tað gott. Hetta kann ein eitt nú gera, við at effektivisera sjúkrahúsini (sleppa undan dupultfunktiónum), og effektivisera eldraøkið, sum ein sambært Anniku Olsen fær rikið betri úti hjá kommunum. Effektivisering snýr seg tó eins nógv um hvussu ein ger tingini – at ein hevur loysnir, sum passa til tað føroyska samfelagið, heldur enn at kopiera skipanir úr størri londum.



Hanna Jensen umboðandi Framsókn vísti á, at effektivisering eigur at snúgva seg um at fylgja við tíðini. Tað er ikki tað, at tað privata er effektivt og tað almenna ineffektivt, men at almennu skipanirnar mugu tillagast so hvørt samfelagið broytist. Annars veitir ein skjótt eina tænastu, sum ikki er tíðarhóskandi. Ein má hyggja at, hvussu ein loysir upp í bygnaðinum, brúkar tilfeingið meira effektivt, og harvið fær brúkt tað leysgivna tilfeingið, til at betra tænastuna.

Bjørn á Heygum umboðandi Nýtt Sjálvstýri, vildi vera við, at um tað ber til at fáa meira fyri minni, so er einki forgjørt í tí. Bæði tann privati og almenni sektorurin skulu vera effektivir, rationellir og dynamiskir. Kortini er tað ikki so, at effektivisering noyðist at síggjast á botnlinjuni. Tað skal snúgva seg um, at fólk kunnu veita betri tænastu við minni orku – at arbeiðið er betri skipað.



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni