28.08.2015
Lovandi lyftir um sálarliga arbeiðsumhvørvið

Sálarliga arbeiðsumhvørvið og starvsfólkatrivnaður skulu raðfestast í einum komandi samgonguskjali. Eisini skal Arbeiðseftirlitið hava eina meirjáttan, so at tað kann hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Hetta varð niðurlagið hjá flestu flokkum í politiskum kjaki, sum Fakfelagssamstarvið skipaði fyri á Rás 2 hósdagin.

Allir politisku flokkarnir vilja raðfesta trivna og arbeiðsumhvørvi hægri í komandi samgongu. Hetta kom fram í sendingin Fakfelagssamstarvið skipaði fyri á Rás 2 mikudagin 26. august.


Kanningar, sum fakfeløgini hava latið gjørt staðfesta, at strong er eitt minst líka stórt vandamál á føroyska arbeiðsmarknaðinum sum aðrastaðni, samstundis sum altjóða kanningar vísa, at strong er um at gerast stórsta fólkasjúka í heiminum.

Samstundis hevur Arbeiðseftirlitið boðað frá, at tað hevur ikki manning, at taka sær av sálarliga arbeiðsumhvørvinum, og at tað krevst ein meirjáttan til tvey starvsfólk til hetta endamál.

Í samgonguskjalið
Krøv um effektivitet og rasjonalisering av almenna sektorinum hava verið raðfest í samgonguskjalinum hjá undanfarnu samgongu. Men sálarliga arbeiðsumhvørvið hevur ikki verið nevnt.

Í kjakinum vístu nógvir flokkar á, at trupulleikarnir mugu loysast úti á arbeiðsplássunum, men flestallir flokkar ásannaðu eisini, at hetta mál er so áleikandi, at tað eigur at verða raðfest á hægsta politiska stigi – og eigur at síggjast aftur í einum komandi samgonguskjali.

Beinleiðis spurd, hvørt ein skal rokna við at trivnaður og arbeiðsumhvørvi eru við í komandi samgonguskjalinum, svaraðu allir politisku flokkarnir ja ella sera jaliga. Ymsu umboðini fyri flokkarnar søgdu:



Maud Wang Hansen, Tjóðveldi – “ja, tað er alneyðugt at síggja tað í einum samgonguskjali.

”

Anfinn Brekkstein, Sambandsflokkurin – “Arbeiðsumstøðurnar mugu kunna passa til familjulívið í 2015... vit fara ikki at lova gull og grønar skógir, men er tað neyðugt, so fara vit at raðfesta tað, og tað er neyðugt at raðfesta.”



Annika Olsen, Fólkaflokkurin – “Ja, eg haldi avgjørt at okur skulu hava eitt vakið eyga við at trivnaðurin verður so góður sum til ber.”



Hanna Jensen, Framsókn – “Ja, tað er púra vist. Vit ... vilja inn í samstarv við arbeiðsmarknaðin at byggja nakað upp, sum tænir tá tað gongur illa.”



Frank Jacobsen, Miðflokkurin – “Vit mugu altíð prioritera menniskja fram um pengar. Er tað neyðugt at brúka pengar til tað, so ger ein tað.”

Kristianna Winther Poulsen – “Ja, í okkara valskrá eru vit greið, álit fram um eftirlit. Einki er so stressandi sum at fólk anda teg í nakkan og hava eftirlit við hvørjum stigi tú tekur.”



Bjørn á Heygum umboðandi Nýtt Sjálvstýri varð tíverri ikki spurdur beinleiðis, men segði seinni í sendingini: “Prinsipielt og í útgangspunktinum - tað er altíð ein góð íløga at brúka pengar til trivna.”

Raðfesta Arbeiðseftirlitið

Allir politisku flokkarnir vilja, ella eru sera jaligir, tá um ræður at tryggja, at Arbeiðseftirlitið fær sett tvey fólk í starv, at vara av sálarliga arbeiðsumhvørvinum.

Tá umboðini fyri teir politisku flokkarnar vórðu spurd “Fara tykkara flokkar at virka fyri at arbeiðseftirlitið fær játtan til hesi bæði størvini” svaraðu tey:



Hanna Jensen, Framsókn – “ja ... hatta er partur av tí vit vilja gera. Tað er partur av einum størri arbeiðsmarknaðarsamstarvi.
”



Bjørn á Heygum, Nýtt Sjálvstýri – “[Tað] ljóðar so um at vit hava brúk fyri fólkunum... munar tað veruliga at geva arbeiðseftirlitinum eina eykajáttan, so eru vit positiv.”



Annika Olsen, Fólkaflokkurin – “Tað er møguligt, at tað er ein gond leið at fara at ein gera tað... vit mugu fara at tak hond um trupulleikarnar alt fyri eitt - hví hava so nógv ung sálarórógv?”



Anfinn Brekkstein, Sambandsflokkurin – “Tað almenna og privata eiga at lyfta hetta í felag... eg kann ikki sita her og játta, men hatta skal hava høga raðfesting. Vit vilja raðfesta og sjálvandi verður hatta raðfest.”



Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin – “... skal uppraðfestast. Týdningurin av at røkja sálarheilsuna er undirmettur... hetta er í øllum førum nakað eg fari at arbeiða hart fyri, um eg kann.”



Maud Wang Hansen, Tjóðveldi – “Tað er heilt sikkurt at Arbeiðseftirlitið hevur ein átrokandi tørv á at uppraðfestast... Tjóðveldi vil heilt klárt arbeiða fyri tí sálarliga og kropsliga.”



Frank Jacobsen, Miðflokkurin – “Tá ein uppgáva er løgd á ein stovn, [so eigur stovnurin] sjálvandi, at hava pengar til at røkja uppgávuna.”



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni