28.08.1510
Ivasom um privatisering


Flestu politisku flokkarnir eru ivasamir, tá um ræður privatisering.

Hetta kom fram í sending, sum Fakfelagssamstarvið skipaði fyri á Rás 2 í gjár. 

Bæði Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Nýtt Sjálvstýri, Tjóðveldi og Miðflokkurin vístu á fleiri vandar, tá um ræður privatisering. 



Bjørn á Heygum, ið umboðaði Nýtt Sjálvstýri, vísti á, at ein ikki skal avvísa privatiseringar frammanundan, men at ein ikki altíð hevur havt so góðar royndir av privatisering uttanlands, og at ein tí eigur at læra av tí. Sambært Bjørn snýr tað seg um at tænasturnar mugu liggja har, sum tær verða best røktar.



Kristianna Winther Poulsen, fyri Javnaðarflokkin, og Anfinn Brekkstein, umboðandi Sambandsflokkin, vístu harumframt á, at tað eru fleiri tænastur, sum tey heilt einfalt meta liggja betri hjá tí almenna – so sum samferðslan og eldraøkið.

Kristianna Winther Poulsen vísti somuleiðis á, at tað ofta gerst dýrt fyri samfelagið at privatisera, og at Javnaðarflokkurin sum útgangsstøði er ímóti privatisering.



Maud Wang Hansen, umboðandi Tjóðveldi, Frank Jacobsen, umboðandi Miðflokkin, Anfinn Brekkstein og Bjørn á Heygum vístu øll fýra á, at ein stór avbjóðing, tá um ræður privatisering, er at marknaðurin er so lítil í Føroyum. 

Tað, at vit eru so mikið fá fólk, hevur skjótt við sær, at marknaðarøki, har ein kann fáa kapping uttanlands, ikki fáa kapping í Føroyum. Tað verða skjótt fáar fyritøkur, sum standa fyri øllum tá, og verður prísurin tískil ikki trýstur niður. 



Maud Wang Hansen vísti eisini á, at í Danmark hevur hetta eitt nú verið ein trupulleiki, tá ein hevur privatiserað serstovnar fyri børn við brekum. Hetta tí at serstovnarnir eru so dýrir at reka, at fakligheitin verður niðurraðfest, fyri at vinna pening.



Frank Jacobsen vísti á, at hjá Miðflokkinum er tað ikki ein avgjørd støða, hvørt privatisering skal fremjast ella ikki. Hettar er nakað tey vilja taka støðu til, frá máli til mál. Tó skulu “kjarnufunktiónir” vera hjá tí almenna, og ein skal altíð tryggja sær, at ein fær nakað burturúr at privatisera.



Framsókn, umboðað ov Honnu Jensen, var einasti flokkur, sum nevndi ítøkilig dømi um, hvat ein vil privatisera. Her var talan um almenn partafeløg so sum Føroya Tele, eins væl og partin landið eigur í BankNordik. Kortini metti Framsókn sum heild, at ein skuldi vera varðin at privatisera, og heldur byrja við útveiting.

Tó at Fólkaflokkurin eingi ítøkilig dømi nevndi, var Annika Olsen helst tann, sum var heitast fyri privatisering sum heild. Hon vísti á, at tað at privatisera er eitt aðalmál hjá Fólkaflokkinum, og at tey meta, at tað privata sum heild er nógv meira effektivt enn tað almenna.



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni