24.08.1510
Vit harmast útihýsing


Fakfelagssamstarvið hevur sett sær fyri, at lýsa nøkur mál, ið eru viðkomandi fyri okkara limir, nú upp til Løgtingsvalið. Fyrra av hesum lýsingunum vísir á tann veruleika, at fólk, ið vinna 25.000 krónur um mánaðin í 30 ár, missa 1.000 krónur um mánaðin í pensjón, vegna skattahækkingina, sum bleiv samtykt fyri skjótt 4 árum síðani. Tó at Kringvarpið upprunaliga segði ja til at vísa hesar lýsingarnar, so hevur Kringvarpsstjórin nú givið boð um, at lýsingin ikki sleppur framat sendinetinum hjá KVF.

Hetta eru vit í Fakfelagssamstarvinum ómetaliga hørm um. Lýsingarnar, sum vit hava fingið framleitt, eru á ongan hátt partapolitiskar. Tær lýsa heilt einfalt nakrar sannleikar, sum ávirka gerandisdagin hjá okkara limum.

Hetta eru trupulleikar, sum vit ikki meta eru nóg væl lýstir higartil í samfelagskjakinum, og tískil vilja vit gera okkara til, at tað verður tikið upp nú løgtingsval verður. Fakfelagssamstarvið stuðlar ongum flokki. Tað vit vilja, er at komandi samgonga, uttan mun til hvør hon er, tekur okkara atfinningar til eftirtektar, og ger nakað við trupulleikan.



Hetta eru heldur ikki umstrídd tøl, ið lýsingin er bygd á. Fakfelagssamstarvið skipaði mikudagin 19. August fyri kjaksending í Rás 2, og tá var niðurstøðan rættiliga greið. Flestu flokkar vilja eftirkanna ella minka tann hækkaða pensjónsskattin – bæði flokkar í andstøðuni og í samgonguni, og øll góðtóku tølini.



Onkur einstøk atfinning hevur verið at roknistykkinum, sum Fakfelagssamstarvið setti upp. Trupulleikin tá var, at dømið, sum tey atfinningarsomu brúka fyri at afturvísa roknistykkinum hjá Fakfelagssamstarvinum, samsvarar ikki við vanligu viðurskiftini hjá einum limi í Fakfelagssamstarvinum, sum fer undir at spara up till eftirløn næstu 30 árini. Tískil kann tað dømið ikki brúkast til at finnast at døminum, ið Fakfelagssamstarvið kom við.

Kringvarpsstjórin hevur sjálvandi sín fulla rætt til, at raðfesta sum hann ger. Vit meta at tað er óheppið, at fakfeløgini ikki sleppa framat, at vísa á faktuellar trupulleikar hjá okkara limum – bygt á væl eftirkannaði tøl, sum fleiri hava víst á tey undanfarnu fýra árini. Men vit góðtaka tó, at kringvarpsstjórin hevur rætt til at raðfesta sum hann ger.

Tað ber til at síggja umrøddu lýsingina á www.samstarv.org, og sjálvur gera sær sína meining um hana.



Fakfelagssamstarvið



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni