24.08.1510
Høgi pensjónsskatturin skal endurskoðast

Flestu flokkar vilja eftirkanna ella minka tann hækkaða pensjónsskattin.
Hetta kom fram í sending, sum Fakfelagssamstarvið skipaði fyri mikudagin 19. august. 



Fakfelagssamstarvið hevur fingið ein búskaparfrøðing at hyggja at, hvat hækkaði pensjónsskatturin merkir fyri ein persón, sum fær 25.000 kr,- í løn í 30 ár. Og niðurstøðan var greið – persónurin fer frá eini inntøku á 134.000 kr,- eftir skatt, til 122.000 – ella 1.000 krónur minni um mánaðin.



Eftir gomlu skipanini var eftirlønin skattað við útgjald sum vanlig A-inntøka, t.v.s. við einum skattafríum botnfrádrátti. Eftir nýggju skipanini við forskatting rinda øll 40 % av pensjónini, t.v.s. ein reinur flatskattur í mun til progressiva skatting eftir gomlu skipanini.



Fleiri fakfeløg hava víst á, at hetta hevur merkt, at tað, ið summi meðallønt fingu við flatskattinum, varð tikið inn aftur við øktum pensjónsskatti. Og fyri tey lágløntu, hevur umleggingin av pensjónsskipanini borið við sær, at tey samanumtikið hava fingið eina skattahækking.



Í kjaksendingini í Rás 2 var greitt, at politisk undirtøka er ikki fyri at skrúva gongdina við forskatting aftur. Hinvegin søgdu allir flokkar uttan Fólkaflokkurin, seg antin vilja hyggja at, hvussu hækkingin kundi minka, ella góvu beinleiðis lyfti um at avtaka hækkingina. 



Umboðini fyri ymsu flokkarnar søgdu:



Hanus Samró, Fólkaflokkurin: “... vit søgdu eisini, at vit ikki mugu lova nakað vit ikki fáa hildið. [Tað] liggur ikki í kortunum at lækka hetta. Hinvegin [vilja vit lækka] skattin hjá lág og meðal løntum.

”

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin: “Ein pensjónsbólkur hevur arbeitt seinastu árini... hetta skal takast upp í bólkinum, [og] vónandi fáa vit eina breiða semju um hetta. Tað virkar mær øvugt at rinda ein skatt fyri pensjón og [ein annan fyri] løn.

”

Poul Michelsen, Framsókn: “Hetta er sera komplekst... [vit] mugu hyggja at hvussu vit gera eina nýggja javnvág... samlaða úrslitið má vera, at tað má falla teimum, sum hava borið størstu byrðina til fyrimuns í nýggju skipanini.

”

Rani Andrason Skaalum, Miðflokkurin: “... vit mæltu til at heldur enn at gera nakað her og nú, skuldi ein gera kanningar. Tað varð ikki góðtikið av Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum... Miðflokkurin vil gera eina ordiliga kanning. Hvat eru veruligi árinini, hvat skal broytast...Vit vilja hava eina samhaldsfasta skipan fyri pensjónistar.

”

Rógvi Fossádal, Nýtt Sjálvstýri: “[Tað] má vera ynskiligt at fáa [pensjóns]skattin niður... [Hetta] skal broytast við [at] feløg og samgonga seta okkum niður at finna útav tí.

”

Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin: “[Vit] kunnu ikki góðtaka, at fólk missa 200.000 krónur í lívsløn. [Vit] mugu hyggja at tí.

”

Kristina Háfoss, Tjóðveldi: “[Tað] gevur onga meining, at hava 100% flatskatt... sjálvandi skulu lægri lønt [rinda] minni í pensjónsskatti.”



Til ber at hoyra alla sendingina á www.samstarv.org.



Fakfelagssamstarvið



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni