24.08.1510
Jú, summi hava lága løn

Í Fimmaranum týsdagin, vildi Bill Justinussen vera við, at eingin í Føroyum “bara tjenar 19.000 krónur”, um viðkomandi arbeiðir fulla tíð. Tingmaðurin fyri Miðflokkin vildi enntá vera við, at fólk “tjena væl meira enn tað”.

Tað hevði verið óført, um hetta passaði, men tíverri er tað ikki so. 

Bara í Fakfelagssamstarvinum eru tað fleiri hundrað fólk, sum liggja um hesa lønina. Í trimum av teimum fimm fakfeløgunum, hava vit bólkar, sum vinna millum 18.928 og 21.000 kr,-. Hjálparfólk á stigi 1 og 2 hjá Pedagogfelagnum vinna 19.624 kr. og 20.107 kr. Í sáttmálanum Havnar Arbeiðskvinnufelag, hevur við Fíggjarmálaráðið, liggur full løn millum 19.169 kr,- og 20.956 kr. Og hjá Starvsmannafelagnum fáa ófaklærd hjálparfólk frá 18.928 kr. til 20.343 kr., tá tey liggja millum stig 1 og 4.



Møguliga tingmaðurin telur eftirlønina við, tá hann sigur, at øll fulltíðarstørv geva væl meira enn 19.000 kr. Um so er, er hetta heldur misvísandi. Eftirlønin er ikki peningur, sum fólk hava at liva fyri her og nú. Tað er ikki nakað, sum ger tað lættari hjá einum støkum forsyrgjara ella ungari familju, at breyðføða sær og sínum. Harumframt fáa hjálparfólk á stigi 1 hjá Pedagogfelagnum einki í eftirløn, so kravda eftirlønaruppsparingin verður trekt av lønini, so at tøka inntøkan er minni enn 19.624 kr.

Tó er tað gleðiligt, at Bill Justinussen metir, at lønir sum hesar eru ov lágar. Vónandi merkir tað, at hann vil vera við til at geva eitt signal um, at lønirnar skulu hækka – eins væl og at lætta um hjá teimum, sum mugu breyðføða sær og sínum fyri tílíka løn.

Fakfelagssamstarvið umboðar fimm fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Pedagogfelagið, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Fakfelagssamstarvið

Rætting um lønarstig



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni