24.08.1510
1.000 kr,- minni í pensjón um mánaðin

Nú, pensjónin verður skattað við 40% við inngjaldi, ávirkar tað útgjaldið neiliga í mun til áður, tá pensjónin varð skattað sum A-inntøka.

Fyri ein, ið hevur eina mánaðarliga inntøku á 25.000 kr., verður útgjaldið 1.000 kr. lægri um mánaðin, vísa útrokningar, ið Fakfelagssamstarvið hevur gjørt við roknimaskinuni á taks.fo.

Vit settu eitt dømi upp við tveimum persónum, ið báðir hava eina mánaðarliga inntøku á 25.000 kr. og rinda 15% av lønini til pensjónsuppsparing. Annar verður skattaður 40%, og hin verður skattaður gjøgnum A-skattin.

Eins og í veruleikanum, fer partur av inngjaldinum til at keypa m.a. lívstryggingar og tryggingar, ið dekka, um hættislig sjúka ella óarbeiðsføri raka. Báðir spara í 30 ár, og síðan kemur uppsparingin til útgjald.

Umframt uppspardu pensjónina, fáa báðir grundupphæddina í fólkapensjónini og útgjald frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.

Niðurstøðan er, at persónurin, ið varð forskattaður við 40%, fær umleið 122.000 kr. í pensjón um árið eftir skatt. Seinni persónurin, hvørs uppsparing verður skattað sum A-inntøka, fær 134.000 kr. í pensjón um árið, eftir at hon er skattað. Munurin er sostatt 12.000 kr. árliga ella 1.000 kr. um mánaðin eftir skatt.

Orsøkin til munin er heilt einfalt tann, at hjá seinna persóninum er samlaða skattaprosentið lægri enn 40%, tí botnfrádrátturin ávirkar, tá upphæddin verður skattað sum A-inntøka.

www.samstarv.org

1000 kr minni pensjón



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni