Harðskapur og hóttanir - nei takk

Tú skalt ikki finna teg í harðskapi og hóttanum

Hvat er harðskapur á arbeiðsplássinum?
Við harðskap á arbeiðsplássinum er vanliga at skilja særandi orð, hóttanir, hørð kropslig ella sálarlig álop á arbeiðsfólk frá fólki uttan fyri arbeiðsplássið. Tað kunnu vera viðskiftafólk, sum á henda hátt seta heilsu, trygd ella vælveru hjá arbeiðsfólki í vanda. Harðskapurin kann hava samband við uppruna ella kynslig viðurskifti.

Ágangur ella harðskapsgerðir kunnu t.d. vera:

  • Ófólkaligur atburður
  • Vantandi virðing fyri øðrum
  • Sálarligur ágangur ella nøsk orð, sum hava til endamáls at særa
  • Álop

Váðatættir
Teir vanligastu váðatættirnir eru:

  • Handfaring av vørum, reiðupeningi og virðislutum
  • Einaarbeiði
  • Umsjón, eftirlit og sum heild at útinna “myndugleikavirksemi”
  • Samband við ávísar viðskiftabólkar

Harðskapur og hóttanir ávirka teg
Tað er rættvorðið at bregða við harðskapi og hóttanum, og nógv koma í eina sálarliga kreppu. Og tað hevur alt at siga, hvussu tú kemur ígjøgnum kreppuna.

Tíni viðbrøgd kunnu eitt nú vera grátur ella líkasæla, og tú kanst uppliva, at tínar kenslur eru ein ruðuleiki.

Tú kanst kenna skuldarkenslu og sjálvábreiðslu, og tín veruleikakensla er ikki so dygg, sum hon plagar.

Tínar kenslur kunnu skifta nógv, og tú kennir kanska órógv, friðloysi, fært andvekur ella kanska kropslig eyðkenni.

Tað hevur týdning, at tú skjótast gjørligt fært tilboð um serkøna hjálp

Fyribyrging av harðskapi á arbeiðsplássinum
Innrættið arbeiðsplássið og havið í huga trygdarfyriskipanir – t.d.

  • At seta lás upp
  • Nóg góðan ljósbúnað
  • Rýmingarleiðir
  • Ávaringarskipanir

At leggja arbeiðið til rættis

  • Ikki hava reiðupening á staðnum
  • Nóg stórt tal av samstarvsfólki
  • Fylgisfólk, har tað er neyðugt
  • At sleppa undan einaarbeiði

Útbúgving av starvsfólki

  • At handara ógvisligar støður við viðskiftafólki
  • At handfara støður við strongd
  • Skeið í samskifti, at handfara ósemjur, at handfara strongd, sjálvverju, kreppuhjálp o.a.

Harðskapur og hóttanir
Um tú ert fyri harðskapi og hóttanum á tínum arbeiðsplássi, er tað ein felags trupulleiki.

Tað ber til at tálma harðskapi og hóttanum við at fyribyrgja støðuna.

Tosa við títt álitisfólk ella trygdarumboð.

Tú kanst eisini leita tær hjálp í tínum fakfelag.

Í síðsta enda er tað arbeiðsgevarin, sum hevur skyldu til at tryggja eitt gott og trygt arbeiðsumhvørvi.

Harðskapur og hóttanir um harðskap í sambandi við arbeiði hoyrir undir arbeiðsumhvørvislógina og revsilógina. Minst til at melda hendingina sum arbeiðsskaða og melda málið til løgregluna.



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni