Strongd - nei takk

Hvat er strongd?
Strongd kann standast, tá ið ov nógv stimbran er, og um ávísar fortreytir eru til staðar.

Tí er strongd ikki órættvorðin, um hon bert kemur fyri av og á og í stuttum tíðarbilum. Men hevur tú strongd hvønn dag í langa tíð, kann tað hava avleiðingar við sær.

Tað er ábyrgdin hjá arbeiðsgevaranum at tryggja, at tú ikki fært sálarligt mein av at gera tær uppgávur, ið tær verður álagt.

Strongd er at bregða við støður sum t.d. miss, vónsvik, hóttan, ósemju, trýst ella tíðartrýst. Ytsta avleiðingin av strongd er, at ein gerst úrmaktaður.

Hvussu bregður tú við strongd?
Tey vanligastu eyðkennini eru

  • Kropsspenningur og ampi
  • Órógv og fjáltur
  • Pína í høvdi og maga
  • Sodningarólag
  • Óvanlig møði

Langtíðar ávirkan av strongd
Um tú livir við strongdareyðkennum í longri tíð, ert tú í vanda fyri at fáa hættisligar sjúkur, t.d.:

  • Hjarta- og æðrasjúkur
  • Høgt blóðtrýst
  • Magasár

Tað er sostatt heilsuskaðiligt at hava strongd í longri tíð
Tá ið tú ert strongdur, fært tú ikki so nógv frá hondini og hevur minni skapanarhug, og tú hevur verri við at skifta millum ymsar arbeiðsuppgávur og at samstarva við onnur.

Úrmaktan (da. udbrændthed) kann til endans hava við sær:

  • At tú kennir teg kensluliga útlúgvaðan
  • At tú missir álitið á tín egna yrkisliga kunnleika
  • At tú fært ein kensluleysan hugburð til tey fólk, ið tú hittir í sambandi við títt arbeiði.
  • Tú gerst kanska mótfallin, keddur og tungur í huga. Tú kanst eisini fáa kropslig eyðkenni sum høvuðpínu, andvekur, vøddapínu, sodningarólag o.s.fr.

Góð ráð
Um trupulleikar taka seg upp á einum virki ella í eini fyritøku, sum standast av strongd, eiga hesir trupulleikar at verða viðgjørdir í trygdarnevndini ella í samstarvsráðnum.

Ansa eftir, hvat gevur tær strongd. Tað ber til at læra at stýra tínum viðbrøgdum viðvíkjandi strongd, so at tú fært tálma strongdini.

Strongdarorsakir kunnu ikki hugsast burtur!
Tað, sum kann geva strongd, skal lúkast burtur, longu tá ið arbeiðsgongdin verður løgd til rættis.

Ansa eftir tær sjálvum ! Tað kanst tú gera við at røkja tíni evni og kenna tínar avmarkingar!

Royn at gloyma trupulleikarnar á arbeiðsplássinum, tá ið tú hevur frí.

Set krøv um, at arbeiðsfelagar og tey, ið eru oman fyri teg, taka fyrivarni fyri tínum arbeiði. Tak ímóti bæði rósi og atfinningum.

Eru starvsfólkasamrøður á tínum arbeiðsplássi?
Um so er – eigur trupulleikin, ið ger teg strongdan ella avmaktaðan, at takast við í samrøðunum.

Minst til: um leiðslan ikki hoyrir annað, heldur hon, at alt er í lagi.

Tað er týdningarmikið at gera avtalu um, at tað skal gerast nakað við málið

Strongd
Um størsta atvoldin til strongd á arbeiðsplássinum er, at eitt fjølbroytt arbeiði skal gerast undir truplum umstøðum, kanst tú t.d.:

Leggja arbeiðið høgliga til rættis, so tað slepst undan tíðartrýsti.

Gera neyvar arbeiðsfrágreiðingar við greiðum avmarkingum fyri førleika og ábyrgd.

Arbeiðið má leggjast til rættis, so øll kunnu hjálpast og stuðlast í arbeiðinum.

Tosa við álitisfólk ella trygdarumboð.

Tú kanst eisini leita tær hjálp í tínum fakfelag.



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni