Kynslig happing - nei takk

Tú skalt ikki finna teg í kynsligari happing
Kynslig happing kann vera ein álvarslig hóttan fyri bæði tína heilsu og tíni starvssetanarviðurskifti. Harumframt er tað beinleiðis í stríð við lóggávuna.

Hon kann bæði ávirka títt avrik á arbeiðsplássinum og títt nøgdsemi við tað arbeiði, ið tú gert.

Tað er stórur munur á fjeppan og kynsligari happing. Fjeppan kann vera eitt hugnaligt felags samverulag. Fyri kynsliga happing er tað avgerandi, um tann einstaki kennir, at farið er um mark.

Kynslig happing hevur nógv andlit
Kynslig happing kann lýsast sum ymisk sløg av kynsligum ágangi:

  • óynskt kropsligt samband, t.d. klapp og krám
  • óynsktar tilsipingar, skemtan, viðmerkingar um útsjónd og ónærislig álop.
  • skendsk og ágangandi tilboð
  • ónærisligar myndir á arbeiðsplássinum
  • krøv um kynsligar veitingar
  • kropsligur ágangur

Kynslig happing pínir
og kann enda við

  • at ein verður kropsliga spentur og illur
  • at ein verður tunglyntur
  • at ein fær strongdarkend sjúkueyðkenni sum t.d. andvekur, høvuðpínu, sodningarólag o.a.

Tín arbeiðsstøða
verður eisini ávirkað av kynsligari happing:

  • tín arbeiðsgóðska verður ávirkað
  • tín arbeiðsstøða verður hótt
  • tínir møguleikar fyri uppflyting verða ávirkaðir
  • tú noyðist at siga upp
  • ella ein kann verða uppsagdur

Góð ráð
Tosa um tað – tað er ikki tín skyld!

  • lat vera við at fjala kynsligu happingina
  • sig týðiliga við tann, ið happar teg, at tú ikki vilt finna teg í tí
  • jú fyrr tað verður steðgað, jú lættari kemur tú fyri teg aftur
  • finn út av, um happingin hevur eitt mál í sjálvum sær – møguliga hvat
  • fata happingina sum ein arbeiðsumhvørvistrupulleika – tað er ikki tín persónliga ábyrgd
  • leita tær stuðul frá tínum arbeiðsfeløgum
  • fá skil á, um aðrir arbeiðsfelagar hava havt sama trupulleika
  • um aðrir arbeiðsfelagir eisini hava verið kynsliga happaðir, so tosið saman um, hvussu tit kunnu halda á við málinum
  • tosa við títt álitisfólk ella fakfelagið um trupulleikan
  • tekur ein stríðið upp einsamallur, er vandin fyri at tapa stórur
  • lat títt álitisfólk ella títt trygdarumboð í fyrsta umfari tosa við tann, sum happar teg
  • greið frá gongdini í hvørjum einstøkum tilburði av happingini
  • kanna, um tað hevur havt broytingar við sær í tínum arbeiði
  • Gev gætur, um tann, sum hevur happað teg, broytir atburð móti tær

Ger syndaran sjónligan

Kynslig happing
Um tað er kynslig happing á tínum arbeiðsplássi, er tað ein felags trupulleiki.

Tað ber til at tálma kynsligari happing við at tosa opið um hana.

Tosa við títt álitisfólk ella trygdarumboð.

Tú kanst eisini leita tær hjálp í tínum fakfelag.

Í síðsta enda er tað arbeiðsgevarin, sum hevur skyldu til at tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Og harvið syrgja fyri, at kynslig happing ikki kemur fyri á arbeiðsplássinum.



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni