Happing - nei takk

Hví kemur happing fyri?

Tað eru ávís viðurskifti, sum kunnu økja um vandan fyri happing á einum arbeiðsplássi.

  • Ótryggleiki í starvinum
  • Ring viðurskifti millum arbeiðsfólk og leiðslu
  • Ring viðurskifti millum arbeiðsfelagar
  • Ónøgd við leiðsluna
  • Ovurstór arbeiðskrøv
  • Høgt arbeiðstreytað strongdarstig
  • Ósemja um arbeiðsleiklutir

Happing er tilvitaður ella ótilvitaður ágangur. Tað snýr seg ikki um vanliga “meinaleysa” arging, sum ofta er millum fólk. Tó kann tað eisini henda, at meinaleys arging mennist til miðvísa happing.

Tað er heldur ikki happing, um ein arbeiðsfelagi í einstøkum føri særir ein annan arbeiðsfelaga – ella ein leiðara – í sambandi við eina einstaka ósemju ella miseydnað skemt. Tá ið særandi gerðir gerast varandi og koma javnan fyri, ber til at tosa um miðvísa happing.

Happing pínir
Happing á tínum arbeiðsplássi kann miðvíst niðurpína tína sjálvsvirðing. Tað kann hava við sær, at hugur tín at fara til arbeiðis minkar í stórum.

Happing ávirkar vanliga títt heimalív neiliga.

Happing kann eisini minka um tínar virkismøguleikar ella tínar møguleikar til at verja teg sjálvan.

Happing kann fáa teg í eina álvarsliga kreppu, geva tær strongd og økja um vandan fyri álvarsomum, varandi sálarligum skaðum.

Tað er ikki óvanligt at fáa tunglyndi og sjálvmorðstankar, um happingin stendur við í longri tíð.

Hvat er happing?
Happing kann til dømis fata um:

  • At halda aftur neyðugar upplýsingar
  • Særandi viðmerkingar
  • Ósaklig frátøka ella skerjing av ábyrgd og arbeiðsuppgávum
  • Baktal ella útihýsan av tí sosiala og yrkisliga felagsskapinum
  • Álop á teg ella atfinningar at tínum heimalívi
  • At verða skeldaður ella havdur til láturs
  • Kropslig álop ella hóttanir um tað
  • Fíggindskapur ella tøgn, tá ið tú spyrt um nakað ella roynir at samrøða
  • Lítisvirðing av tínum arbeiði, tínum arbeiðsavriki ella tínum førleika
  • Særandi telefonsamrøður
  • Særandi skrivlig boð
  • Ódámlig arging
  • Tað at vera lítilsvirdur ella tað at sjálvræðið verður tikið frá einum vegna t.d. aldur ella kyn
  • Tað at verða úrnýttur í arbeiðinum, t.d. til egin ørindi
Happing
Sambært arbeiðsumhvørvislógini kemur happing av ringum sálarligum arbeiðsumhvørvi.

Um happing verður staðfest á einum arbeiðsplássi, skal leiðslan og arbeiðsfelagarnir skifta orð um ítøkiligar fyriskipanir til at handfara tað. Tað kann gerast í samstarvsráðnum ella í trygdarnevndini.

Arbeiðsfólkið skal kunnast um tær fyriskipanir til fyribyrging, sum eru gjørdar.

Arbeiðsplássmetingin skal fata um eina meting av, um happing er á arbeiðsplássinum.

Tosa við títt álitisfólk ella trygdarumboð.

Tú kanst eisini leita tær hjálp í tínum fakfelag.



FOKUS strong 2

Boks Skeið

Design: AnniJanni